Innanlands

Fimtan ár og fimm val við einum valdømi

Í dag eru tað 15 ár síðan, at føroyingar fyri fyrstu ferð fóru á val eftir at Føroyar vórðu skipaðar sum eitt valdømi

2023-01-19 21:40 Author image
Valúrslit.fo
placeholder

Valurslit.fo: Í dag eru tað 15 ár síðan, at føroyingar fyri fyrstu ferð fóru á val eftir at Føroyar vórðu skipaðar sum eitt valdømi. Tann 19. januar 2008 vóru 89,3 prosent á løgtingsvali.

Tjóðveldi var sigursharri á valinum í 2008. Miðflokkurin gjørdi sítt besta val nakrantíð og fekk tríggjar tinglimir, meðan Miðnámsflokkurin við Bergi Johannesen sum einasta valevni megnaði ikki at koma upp um tinggáttina.

Úrslitið á løgtingsvalinum í 2008 var:
Fólkaflokkurin: 20 prosent og 7 tinglimir
Sambandsflokkurin: 21 prosent og 7 tinglimir
Javnaðarflokkurin: 19 prosent og 6 tinglimir
Sjálvstýrisflokkurin: 7 prosent og 2 tinglimir
Tjóðveldi: 23 prosent og 8 tinglimir
Miðflokkurin 8 prosent og 3 tinglimir
Miðnámsflokkurin 0,7 prosent og ongan tinglim

Løgtingsvalið í 2008 var serstakt. Nýggja valskipanin hevði við sær, at føroyingar fyri fyrstu skuldu velja 33 tinglimir. 10 nýggir tinglimir vórðu beinleiðis vald á ting fyri fyrstu ferð. Tey vóru Jacob Vestergaard og Annika Olsen úr Fólkaflokkinum, Magni Laksáfoss, Bjørn Kalsø og Rósa Samuelsen úr Sambandsflokkinum, Kári á Rógvi úr Sjálvstýrisflokkum og Bjørt Samuelsen, Bergtóra Høgnadóttir Joensen og Sjúrður Skaale úr Tjóðveldi.

Fyri fyrstu ferð nakrantíð vórðu sjey kvinnur valdar beinleiðis á ting. Tær vóru Annika Olsen úr Fólkaflokkinum, Rósa Samuelsen úr Sambandsflokkinum, Katrin Dahl Jakobsen og Helena Dam á Neystabø úr Javnaðarflokkunum og Bergtóra Høgnadóttir Joensen, Annita á Fríðriksmørk og Bjørt Samuelsen úr Tjóðveldi.

“Tað fer avgjørt at merkjast, at vit eru so nógvar. Sjey kvinnur gera stóran mun”, segði Katrin Dahl Jakobsen við Sosialin eftir løgtingsvalið.

Júst spurningurin um kvinnuumboðan var ein av orsøkunum til, at Edmund Joensen, tinglimur hjá Sambandsflokkinum og løgtingsformaður, árið fyri – í 2007 – legði uppskot fram um at skipa Føroyar sum eitt valdømi.

Nakrar av hansara grundgevingum fyri broytingini vóru hesar:

Infrakervið í  Føroyum var nú so gott, at 85% av fólkinum kundu í bili røkka 80% av landinum innan fyri ein tíma.  

Alt fleiri uppgávur verða lagdar til kommunurnar at umsita. Løgting og  landsstýri skulu taka sær av teim meira yvirskipaðu landspolitisku uppgávunum, meðan kommunurnar taka sær av tí meira lokalpolitiska.

Skipanin við sjey valdømi hevði við sær eitt demokratiskt undirskot, tí veljarin visti longu frammanundan, at tað var nyttuleyst at velja ávísar flokkar, tí flokkurin ikki hevur nakran møguleika at fáa tinglim valdan.

Føroysku kvinnurnar vóru undirumboðaðar á tingi við sjey valdømum. Roknast kundi við, at um Føroyar vórðu skipaðar sum eitt valdømi, fór hesin ójavnin at minka.

Løgtingsvalið tann 8. desember 2022 var tað fimta løgtingsvalið við einum valdømi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder