Innanlands

Fimm tilburðir staðfestir í gjár

Í løtuni eru 81 persónar smittaðir við koronu í Føroyum

(Mynd: Ólavur Frederiksen)

(Mynd: Ólavur Frederiksen)

2021-07-24 14:00 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjár vórðu fimm nýggir smittutilburðir staðfestir, vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum.

Ein fekk staðfest smittuna við komu til Føroya, ein við kanning á 3. degnum, og ein við kanning á 4. degnum eftir komu. Hini tvey eru smittað í Føroyum, og smittukeldan er ókend, skrivar corona.fo.

Í løtuni eru 81 persónar smittaðir við koronu í Føroyum. Ein er innlagdur, og 232 persónar eru í sóttarhaldi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder