Innanlands

Filmsfólk mæla til at játtanin verður umskipað

Almenni stuðulin eigur ikki at vera stýrdur av persónligum meiningum hjá skiftandi ráðharranum

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2020-12-14 18:18 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Teir partar av veruleikanum, sum ein filmur endurspeglar, eiga ikki verða stýrdir av persónligum meiningum hjá skiftandi ráðharrum.

Tí eigur skipanin við almennum stuðli til filmsvinnu at vera umskipan, so at játtanin liggur trygd í eini skipan, har tað eru faklig atlit, ið avgera hvussu stuðulin verður játtaður.

Tað heldur felagsskapurin Føroysk Filmsfólk, sum hevur sent út eina almenna áheitan í kjalarvørrinum av kjakinum, ið stóðst, tá landsstýrismaðurin sýtti fyri at stuðla einum teknaðum filmi, sum hansara ráðgeving annars mælti til at stuðla.

Filmsfólkini fegnast um ta menning, sum er hend síðan filmsjáttanin kom á fíggjarlógina. Men leggur upp til, at stundin nú er komin til at henda játtan verður løgd í eina nýggja skipan har sokallað armslongd er millum fyrisiting og politisku skipanina.

Les meira á lesarin.fo: Áheitan frá filmsfólkum   

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder