Innanlands

Fíggjarlógin til viðgerðar í morgin

Tveir dagar eru settir av til viðgerðina

Uni Rasmussen, landsstýrismaður við fíggjarmálum, leggi fíggjarlógaruppskotið fram fríggjadagin (Mynd: Sverri Egholm)

Uni Rasmussen, landsstýrismaður við fíggjarmálum, leggi fíggjarlógaruppskotið fram fríggjadagin (Mynd: Sverri Egholm)

2022-10-04 09:10 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Nú byrjar løgtingsarbeiðið av álvara aftur.

Fríggjadagin legði Uni Rasmussen, landsstýrismaður, fram uppskotið hjá landsstýrinum til fíggjarlóg fyri 2023, og í morgin, mikudagin, kemur fíggjarlógin so til viðgerðar í løgtinginum.

Vanliga plagar fyrsta viðgerð av fíggjarlógini at vera drúgv, og bæði dagurin í dag og dagurin í morgin eru settir av til viðgerðina.

Umframt sjálva fíggjarlógina, eru eisini tvey onnur mál á skránni fyri fundin, sum hava tilknýti til fíggjarlógina. Talan er um uppskotini at leingja mvg og avgjaldsfrítøkuna fyri orkuvinarlig motorakfør. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder