Innanlands

Fíggjarleiðarin hjá IRF byrjaður í starvinum

Arne Ree Winthereig tók við mánadagin. Talan er um eitt nýtt starv hjá IRF

Arne Ree Winthereig (Mynd: IRF)

Arne Ree Winthereig (Mynd: IRF)

2019-11-08 16:15 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Mánadagin byrjaði Arne Ree Winthereig sum fíggjarleiðari hjá IRF. Arne er 34 ár og búsitandi á Nesi.

Starvið sum fíggjarleiðari er eitt nýtt starv hjá IRF. Tað snýr seg í høvuðsheitum um at varða av fíggjarligu og fyrisitingarligu viðurskiftunum hjá felagnum, og fíggjarleiðarin er partur av ovastu umsitingarligu leiðsluni í felagnum, skrivar IRF

Arne hevur eina HD í roknskapi og er cand. merc. í Finance and International Business. Hann hevur m.a. starvsroyndir sum roknskaparráðgevi hjá BioMar Group, umframt royndir sum fíggjarleiðari á Fiskavirkinum í Gøtu og fulltrúi í Fiskimálaráðnum.

Tað er sera spennandi at gerast partur av einari fyritøku í menning, hvørs virksemið beinleiðis ávirkar størsta partin av borgarunum og vinnulívinum í Føroyum. Eg síggi fram til at vera við til at mynda eina fyritøku, sum arbeiðir við at menna loysnir innan burturkast- og endurnýtsluøkið” sigur nýggi fíggjarleiðari hjá IRF.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder