Innanlands

Ferðsluóhapp við Vatnsoyrar

Tveir bilar stoyttu seint seinnapartin saman við innkoyringina til Vatnsoyrar

(Mynd: Jn.fo)

(Mynd: Jn.fo)

2021-09-06 23:27 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Eitt ferðsluóhapp hendi seint seinnapartin, tá tveir bilar stoyttu saman við innkoyringina til Vatnsoyrar.

Ein bilur helt ikki víkiskylduna, og kom og langt út á landsvegin, skrivar heimasíðan jn.fo.

Bilurin sum koyrdi á landsvegnum, kláraði ikki at snara undan, og bilarnir stoyttu saman. Tað sæst á myndini, at bilarnir fóru illa.

Fólkini í bilunum vóru koyrd á Landssjúkrahúsið til nærri kanningar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder