Innanlands

Ferðsluóhapp og húsasófriður

Løgreglan tók ein óðan mann inn á støðina í morgun

2022-12-26 09:50 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Eitt ferðsluóhapp var í Hvalvík fyrrapartin í gjár, tá ein bilur endaði á liðini á landsvegnum beint við Norðsetur. Fleiri fólk vóru í bilinum, men tíbetur hendi ongin fólkaskaði.

Í nátt boðaði ein bilførari frá, at hann varð koyrdur av vegnum í sera vánaligum koyrilíkindum í Gøtudali nærhendis Varmakelduskarð. Ongin skaði var hvørki á bil ella einsamalla bilføraran.

Beint fyri klokkan 8 í morgun var løgreglan send út til ein bústað í Havn har húsaófriður var. Ein óður maður er í hesum sambandi tikin á politistøðina, upplýsir vaktleiðarin hjá løgregluni. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder