Innanlands

Ferðsluóhapp á Heiðavegnum í gjár

Annar bilførarin endaði á sjúkrahúsi og skuldi seymast í andlitinum. Løgreglan kennir enn ikki orsøkina til samanstoytin. Nógvir bilførarir fingu klipp í gjár, tá ferðsluátøk vórðu gjørd

2022-10-12 09:39 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eitt sindur yvir klokkan 21 í gjárkvøldið rendu tveir bilar saman á Heiðavegnum á eystara armi á Skálafjørðinum.

Stoyturin var so mikið álvarssamur, at annar bilførarin noyddist á sjúkrahús, har viðkomandi millum annað varð seymaður í andlitið.

Vaktleiðarin á løgreglustøðuni í Tórshavn sigur, at tað verður tosað við førararnar í dag, fyri at fáa greiðu á hvat hendi. Tað stendur ikki á rapportini, hvat fyri slag av samanstoyti talan er um.

13 klipp og ein treytað frádøming
Løgreglan gjørdi ferðsluátøk í gjár, har millum annað ferð varð mátað.

Fyrst var tað í Kollafirði, har talan var um eina treytaða fradøming og fýra klipp, umframt bót. Í øllum førunum var talan um bilførar ið koyrdu ov skjótt.

Millum Fjarða vóru tveir bilar, ið koyrdu ov skjótt - ávíkavist 106 og 108 - og hetta gevur bót og klipp. 

Til seinast var tað í Gøtugjógv, har talan varð um fimm bøtur og klipp fyri ferð. Tveir bilførarar fingu eisini bót og klipp fyri at tosa í telefon.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder