Innanlands

Felagssangur verður eftir klokkan níggju

Eins og hevur verið at sæð í millum annað Italia verður nú trivið í felagssang í Føroyum í hesum serligu tíðum. Fagra blóma verður á skránni í morgun

(Mynd: Góðan Morgun Føroyar/KVF)

(Mynd: Góðan Morgun Føroyar/KVF)

2020-03-20 07:33 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Við íblástri frá íbúðarhúsum í Italia, fer morgunsendingin at royna at fáa so nógvar føroyingar sum gjørligt at syngja í senn. Sangurin verður Fagra blóma. Vit brúka gamla lagið, og sungið verður í D-dur.

Hetta hevur Góðan Morgun Føroyar boðað frá.

Klokkan tíggju minuttir yvir níggju byrjar klaverundirspælið í útvarpinum, og tá verður møguleiki at syngja við.

Mælt verður til at fylgja tiltøkunum sum eru galdandi í løtuni, og at millum annað sygnja við gjøgnum eitt opið vindeyga.

Sí eisini: - Felagssangur millum íbúðarblokkar á oyrasundskollegiinum

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder