Innanlands

Felagið Camping.fo havt ársaðalfund

Ivan Skorheim, ið hevur verið formaður  seinastu 15 árini, ynskti at siga seg frá sum formann – Katrin Haraldsen er nú forkvinna í felagnum

2022-09-04 10:16 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í sambandi við árliga endatreffið, sum í ár er á Mølini á Eiði, skipaði Camping.fo fyri árliga ársaðalfundinum í Hólmahúsinum á Eiði leygardagin.

Í hesum sambandi varð nýggj nevnd vald.

Ivan Skorheim, ið hevur verið formaður  seinastu 15 árini, ynskti at siga seg frá sum formann og at sleppa úr nevndini. Hann ynskti tó verða til hjálpar og bjóðaði seg fram sum eykalim.

Krissolvur Johannesen, næstformaður ynskti eisini at sleppa úr nevndini, men hann heldurt fram sum trúgvur stuðul hjá felagnum.

Aðalfundurin takkaði teimum báðum fyri trúgva tænastu.

Fyri valið stóðu tveir nevndarlimir og ein tiltakslimur, og etir áheitan, stillaði Katrin Haraldsen upp til nevndina aftur. Hon var við til at stovnað felagið og sat tá í nevndini í nøkur ár.

Vald í nevndina vóru Magnus Jacob Magnussen, Katrin Haraldsen, og Ivan Skorheim.

Nevndin hevur skipað seg soleiðis:

  • Katrin Haraldsen, Forkvinna
  • Tórun Fredriksberg Dalfoss, Næstforkvinna
  • Hans Jákup Kollslíð, Kassameistari
  • Magnus Jacob Magnussen, Skrivari
  • Tummas Heri Thomassen, Nevndarlimur
  • Rasmus Petur Tróndheim, 1. Tiltakslimur
  • Ivan Skorheim, 2. Tiltakslimur
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder