Innanlands

Famjinstunnilin til viðgerar á tingi í dag

Uppskotið um at fara undir boring undir Ørðaskarð er nú komið á tingborð

Um hálvttriðja ár ella so verður ikki neyðugt at vinna á hesi brekkuni fyri at koma til Famjins (Mynd: Google)

Um hálvttriðja ár ella so verður ikki neyðugt at vinna á hesi brekkuni fyri at koma til Famjins (Mynd: Google)

2021-09-09 09:42 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Um ársskiftið 2023-2024 verður nýggi tunnilin til Famjins væntandi liðugur. Í dag fer løgtingið av hava fyrstu viðgerð av uppskotinum um at bora nýggjan tunnil undir Ørðaskarð til Famjins.

Lógaruppskotið heimilar landsstýrismanninum at skipa fyri at gera tunnil og tilhoyrandi vegir, og í mesta lagi at brúka 169 milliónir krónur upp á arbeiðið.

Í løtuni liggur Famjinsvegurin í 275 metra hædd, har hann er hægstur, og vindmátingar hava víst, at vegateinurin er vindharðasta staðið á landsvegnum í Føroyum.

Nýggja farleiðin verður 2,6 kilometrar samanlagt. Tunnilin verður umleið 1,2 kilometrar langur og 8,5 metrar breiður. Harumframt skal umleið ein kilometur av vegi gerast Ørðavíkarmegin, og umleið 400 metrar av vegi Fámjinsmegin, stendur at lesa í lógaruppskotinum.

Avbjóðingar eru við jarðfrøðini á staðnum, og tí hevur Jarðfeingi verið við í arbeiðinum at finna bestu og tryggastu loysnina og velja endaligu linjuføringina. Tunnilin skal eisini tryggjast betur enn vanligt er fyri slíkar tunlar.

Samlaði kostnaðurin fyri verkætlanina verður mettur at verða umleið 169 milliónir krónur. Í fjør vórðu 3 milliónir játtaðar til prosjektering og fyrireikingar av nýggju farleiðini. Í ár eru 25 milliónir krónur játtaðar. Eftir langtíðarløguætlanini verða 63 milliónir játtaðar í 2022 og 78 í 2023.

Arbeiðið at undangóðkenna fyritøkurnar, ið skulu bjóða upp á arbeiðið, er seinkað nakað eftir at landsstýrismaðurin tók avgerð um at hetta skuldi gerast av nýggjum, tá tað ikki lukkaðist einari fyritøku at fáa sína umsókn latna inn til ásetta tíð.

Í lógaruppskotinum stendur, at ætlandi skulu tilboðini nú latast inn um miðjan desember. Landsverk væntar, at arbeiðið tekur tvey ár, og tí verður roknað við at verkætlanin er liðug í 2023-2024. Raksturin av nýggju farleiðini verður mettur at kosta umleið 1,6 milliónir krónur um árið.

Ringvegur, Kærustovnur og fastognir
Ein onnur stór verkætlan skal eisini viðgerast á tingfundinum í dag, nevniliga innkoyringarvegurin til Havnar og ringveg norður um høvuðsstaðin, frá rundkoyringini oman fyri Hvítanes og út til Glasir í Marknagili.

Talan er um eina verkætlan, sum yvir fimm ár kemur at kosta landskassanum í mesta lagi 110 milliónir krónur.

Tvey onnur uppskot fáa eisini fyrstu viðgerð á tingfundinum, sum byrjar klokkan 11 í dag. Tey eru nýggj lóg um Føroya Kærustovn og eitt uppskot, ið snýr seg um at gera tað truplari hjá útlendingum at keypa fastogn í Føroyum. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder