Færri fólk ferðaðust við Bygdaleiðum í oktober í ár í mun til oktober í fjør, meðan fleiri ferðaðust við Oyggjaleiðunum, skrivar Strandfaraskip Landsins.
Í oktober vóru tað 44.260 ferðandi við teimum 23 leiðunum hjá Bygdaleiðum. Hetta er eitt sindur færri enn í oktober í fjør, tá 47.749 fólk koyrdu við Bygdaleiðum.
Gongdin á leiðunum er ymisk, á summum leiðum er ein vøkstur, á øðrum leiðum er ein minking.
Í oktober ferðaðust tilsamans 33.845 fólk á teimum sjey Oyggjaleiðunum, og hetta er góð 2.700 fólk fleiri enn sama tíðarskeið í fjør.
Oyggjaleiðir fluttu í oktober 12.236 akfør, og eru hetta 2.849 fleiri enn í oktober í fjør.
Oktober er tíðin har slakt er á skránni kring landið, og hetta sæst eisini aftur í ferðafólkatølunum til útoyggjar, m.a. á Fugloyar- og Svínoyarleiðin og á Hestleiðini, har tað vóru væl fleiri ferðandi í oktober enn tað vóru í september.
Verður samanborið við í fjør, so er tað serliga á Suðuroyarleiðini, har tað eru væl fleiri ferðandi og akfør í oktober ár. Høvuðsorsøkin er, at í oktober í ár sigldi Smyril á Suðuroyarleiðini, í fjør sigldi Galaxy helvtina av oktober, tí Smyril var í dokk.
Fyrstu 10 mánaðirnar í ár ferðaðust tilsamans 920.794 fólk við Oyggjaleiðum og Bygdaleiðum – 481.282 fólk við Oyggjaleiðum og 439.512 fólk við Bygdaleiðum. Hetta eru 31.725 fólk fleiri enn í sama tíðarskeiði í 2025, tá ferðafólkatalið var 889.069. Vøksturin er 3,6 prosent.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald