Uttanlands

Facebook hevur bannlýst Rasmus Paludan

Danski islamkritikarin er ein av fleiri persónum, sum Facebook hevur bannlýst orsaka av haturstalu

2019-05-03 16:41 Author image
Ari av Rana
placeholder

Rasmus Paludan, sum stendur á odda fyri danska islamkritiska flokkinum Stram Kurs, er bannlýstur av Facebook.

Facebook hevur í dag bannlýst fleiri persónar, sum sosiali miðilin metir spreiða haturstalu, og millum teirra er danski floksstovnarin.

Rasmus Paludan sigur at orsøkin til at hann er bannlýstur, er at Facebook roynir at ávirka Fólkatingsvalið, har flokkur hansara ætlar at stilla upp.

- Hetta er heilt vist sabotasja. Eg meini avgjørt, at teir fylgja væl við í hvat hendir og royna at ávirka valið.

Sambært Rasmus Paludan sigur Facebook, at hann er bannlýstur, tí at hann hevði deilt eina kollasju, har ymiskar revsingar fyri at hava brotið sharialógina vórðu vístar. Sjálvur sigur hann at hann langt síðani hevur strika myndina.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder