Innanlands

Fáa nógvan pening fyri at flyta úr stórbýnum

Familjur kunnu fáa yvir 50.000 krónur fyri hvørt barnið, um tær velja at flyta úr Tokyo. Orsøkin er støðan við fólkatalinum í landinum

2023-01-03 20:08 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í Japan royna myndugleikar at gera ymisk átøk, so at ikki so nógv av teimum ungu ikki flyta Tokyo. Vansin við stóru flytingini til stórbýirnar er - umframt at tað eru ógvuliga nógv fólk á lutfalsliga lítlum øki í serliga Tokyo - at tað fækkast við fólki á smærri plássunum, og at eitt yvirtal av eldri fólki eisini er har.

Sambært The Guardian vísa framrokningar, at næstu 40 árini fer fólkatalið í Japan at minka við beint yvir 35 milliónum. Orsøkin er serliga, at burðartalið í løtuni fær hvør kvinna í Japan 1,3 børn - tað skulu í miðal 2,1 til fyri at halda varðveita fólkatali. 

Ynski er, at fáa minst 10.000 fólk at flyta úr Tokyo og út á smærri pláss í landinum áðrenn 2027. Til tess at megna hetta hava japansku myndugleikar givið eitt bonus sum eitt slag av gularót.

Áður hava familjur fingið bjóðað 300.000 yen - beint yvir 16.000 krónur fyri hvørt barnið - fyri at flyta út av býnum, men nú verður talið meira enn trífalda til 1 millión yen, ið er 54.000 krónur fyri hvørt barni.

Hetta skriva altjóað miðlar sum The Guardian og TV2.

Tað verður í fyrstu syftu møguligt hjá barnafamiljum við bústaði í Tokyo og í nøkrum forstøðum at fáa hesa upphædd. Eitt krav er tó, at familjan skal verða búgvandi uttanfyri býin í fimm ár, og at minst eitt av foreldrunum skal arbeiða.

Íbúgvatalið í Tokyo fall fyri fyrstu ferð í 25 ár, tá koronufarstóttin herjaði. Tað búgva umleið 14 milliónir fólk í japanska høvuðsstaðnum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder