Innanlands

Fáa meira koppingarevni seinni í vikuni

Í næstum kemur meira koppingarevni frá Pfizer/BioNTech til Føroya, og talan er um munandi størri sending, enn vit hava fingið higartil

Mynd: Ólavur Frederiksen

Mynd: Ólavur Frederiksen

2021-04-05 10:55 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Síðan 30. mars hevur steðgur verið í koppsetingini í Føroyum, men seinni í hesari vikuni kemur aftur meira koppingarevni til landið.

Veitingin, sum Pfizer/BioNTech sendir til Danmarkar hesa vikuna verður tvífaldað, og tað merkir eisini, at Føroyar hesaferð fær meira koppingarevni enn vit hava fingið higartil, sigur Hjalti Gunnarstein, landsapotekari við Kringvarpið.

Higartil hava vit bert fingið ein bakka við koppingarevni hvørja ferð, men í vikuni fáa vit heilar tríggjar bakkar. Í einum bakka eru vanliga einar 1.300 skamtar.

Higartil eru 6.641 koppsetingar gjørdar í Føroyum. 12,5 prosent av fólkinum hava fingið fyrru koppseting, meðan 4.129 fólk, ið svarar til 7,8 prosent av fólkinum, eru liðugt koppsett.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder