Innanlands

Fáa fíggjarlógina fyri løgtingið einaferð í februar

Landsstýriskvinnan í fíggjarmálum skal tosa nærri við hini landsstýrisfólkini, áðrenn arbeiði av álvara fer fer í gongd, og raðfestingar kunnu gerast

Ruth Vang vil ikki siga nakað um raðfestingar enn (Mynd: Sverri Egholm)

Ruth Vang vil ikki siga nakað um raðfestingar enn (Mynd: Sverri Egholm)

2023-01-04 06:57 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Ein fyribils fíggjarlóg fyri 2023 er galdandi, fram til ein nýggj verður løgd fram og samtykt. Soleiðis gjørdust fyritreytirnar, av tí at løgtingsval varð útkrivað fyrst í november.

Nýggja samgongan tók við beint fyri jól, og tað er ikki komið langt við arbeiðinum at gera eina nýggja fíggjarlóg. Ruth Vang segði við Kringvarpið í gjár, at tað verður samskifti um ymiskt í landstýrinum í løtuni - fyrsti veruliga landsstýrisfundur var í gjár - men at tey enn ikki eru komin til raðfestingar og annað í tí fíggjarlógini, ið skal gerast.

Landsstýriskvinnan í fíggjarmálum skal tosa nærri við landsstýrisfólkini um hetta, áðrenn farið av álvara verið í gongd við fíggjarlógaruppskotið - og áðrenn hon kann siga nakað nærri við miðlarnar.

Ruth Vang kann ikki siga nakað endaliga um eina dagfesting enn, men væntar at fíggjarlógin kann leggjast fram fyri løgtinginum miðskeiðis í februar, og harvið skal nógv arbeiði gerast næstu vikurnar. Seinasta freist at koma við nýggjum uppskotum er 28. februar.

Til ber at hoyra alla samrøðuna her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder