Mentan

Eyðun av Reyni sýnir fram í Gamla Seglhúsinum

Fernisering verður sunnudagin, og hongur framsýningin uppi fram til 25. september

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2022-09-03 14:42 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í morgin, sunnudagin 4. september letur listaframsýning upp við Eyðun av Reyni í Gamla Seglhúsinum í Klaksvík.

Fernisering verður klokkan 16, og umframt tónleik og lættari ábit, er møguleki at hitta listamannin sjálvan.

Talan er um eina søluframsýning, sum hongur uppi fram til 25. september.

Framsýningin kann vitjast gerandisdagar klokkan 14 til 17, og sunnudag klokkan 15 til 19.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder