Innanlands

Eyðgunn Samuelsen er nú næstforkvinna í Javnaðarflokkinum

At samansjóða tingfólkini er eitt av málunum hjá nýggju næstforkvinnuni, sum eisini er forkvinna fyri tingbólkin, nú Aksel V. Johannesen er vorðin løgmaður, og uppgávan hjá næstforfólkinum er nakað størri

Eyðgunn Samuelsen tann dagin samgonguskjalið varð undirskirvað. - Eg haldi, at politikkur seinastu árini er blivin meira og meira einstaklingakendur, meðan eg nokk hoyri til gamla slagið sum trýr, at vit eru sterkari saman, sigur Eyðgunn, sum eisini var næstforkvinna frá 2011 til 2015 (Mynd: Sverri Egholm)

Eyðgunn Samuelsen tann dagin samgonguskjalið varð undirskirvað. - Eg haldi, at politikkur seinastu árini er blivin meira og meira einstaklingakendur, meðan eg nokk hoyri til gamla slagið sum trýr, at vit eru sterkari saman, sigur Eyðgunn, sum eisini var næstforkvinna frá 2011 til 2015 (Mynd: Sverri Egholm)

2023-01-19 16:52 Author image
Agnar Prestá
placeholder
- Serliga í hesum tíðarskeiðnum, tá formaðurin í flokkinum er løgmaður, er leikluturin hjá næstforfólkinum umráðandi, tí formaðurin hevur nógv um at vera,

Soleiðis sigur nýsetta næstforkvinnan í Javnaðarflokkinum, í samband við at flokkurin í dag hevur kunngjørt, at roynda Eyðgunn Samuelsen tekur við sessinum. Formansskapurin í Javnaðarflokkinum er nú mannaður av Aksel V. Johannesen, formanni, Eyðgunn Samuelsen, næstforkvinnu og Jónu Ólavsdóttir, aðru næstforkvinnu.

Í 2011 broytti Javnaðarflokkurin bygnaðin í flokkinum, so tann løgtingslimurin sum verður valdur at verða tingbólkaforfólk, samstundis eisini verður næstforfólk í flokkinum. Í Javnaðarflokkinum er leiðslan sett saman av einum forfólki og tveimum næstforfólkum - eitt fólkavalt næstforfólk umframt eitt næstforfólk, sum er limur í Javnaðarflokkinum og valt inn í formansskapin á landsfundi, har limirnir í flokkinum atkvøða.

- Hesin bygnaðurin ger, at vit í Javnaðarflokkinum hava gott samband millum tingfólk og baklandið í flokkinum. Vit hava fastar fundir eina ferð um mánaðin, har fólk úr øllum landinum eru boðin við, og tað ger, at vit altíð vita, hvat rørir seg. Baklandið veit, hvat vit gera í tinginum, og vit í tinginum vita, hvat baklandið heldur um tann politikkin, vit føra, sigur Eyðgunn við síðuna hjá flokkinum.

[object Object]
Roynda tingkvinnan úr Javnaðaflokkinum á tingsins røðarapalli

Eyðgunn Samuelsen sat eisini sum næstforkvinna frá 2011-2015. Í byrjanini fer hon serliga at hugsavna seg um at samansjóðað tingfólkini og at royna at koma nakað burtur frá tí meira einstaklingakenda, ið hon metir eyðkennur politikk ov nógv nú

- Eg eri spent at fara ordiligt til verka, nú eg havi fingið ta stóru ábyrgd at vera næstforkvinna í Javnaðarflokkinum. Fyrstu vikurnar fari eg at hugsavna meg um at fáa samansjóðað tingfólkini. Eg haldi, at politikkur seinastu árini er blivin meira og meira einstaklingakendur, meðan eg nokk hoyri til gamla slagið sum trýr, at vit eru sterkari saman. Tað hevur nógv at siga fyri meg, at vit í tingbólkinum eru væl sjóðað saman og trívast, og tí fari eg í næstum at bjóða teimum 9 tingfólkunum til ein arbeiðsdag, har vit læra hvønn annan ordiliga at kenna og gera manngongdir fyri arbeiðið, vit eru farin undir.

Eyðgunn hevur leiðsluroyndir frá sínum starvi í Tekniska Skúla í Klaksvík, har hon hevur starvast síðani 1993, undantikið tá hon hevur verið í farloyvi í samband við løgtings- og landsstýrisarbeiði. Royndi politikkarin er ættað úr Sørvági men hevur leingi búð í Klaksvík.

Les eisini: Hervør er virkandi næstforkvinna í Tjóðveldi

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder