Uttanlands

Eru møguliga innibyrgdir í fleiri mánaðir

Tailendsku dreingirnir mugu læra at kava fyri at verða bjargaðir

Mynd: EPA

Mynd: EPA

2018-07-03 14:22 Author image
Ari av Rana
placeholder

Tailendsku fótbóltsdreingirnir, sum hava verið innibyrgdir í eini helli í Tailandi seinastu 10 dagarnar, vórðu funnir í gjár. Men hóast teir eru funnir, so eru teir ikki bjargaðir heilt.

Stóra mongdir av vatni ger, at dreingirnir ikki sleppa úr hellini. Enn er ikki vist hvussu teir 12 dreingirnir og 25 ára gamli venjari teirra skulu sleppa úr hellinum.

- Vit fáa teir ikki út fyrrenn vit hava funnið ein máta, sum er 100 prosent tryggur, sigur økisguvernørurin í Chiang Rai, Narongsak Osatanakorn.

Guvernørurin væntar ikki, at dreingirnir sleppa heim enn á sinni. Vatnið er sera skitið og har sæst ikki fram um nøsina hjá kavarum. Enn hevur ikki eydnast at pumpa vatnið út, og av tí at monsuntíðarskeiðið enn ikki er liðugt, fer herurin at senda dreingjunum mat, sum kann halda sær í upp til fýra mánaðir.

- Vit fara eisini at læra dreingirnar at kava, meðan vit royna at pumpa vatnið út, sigur Anand Surawan, sum er kapteynur í tailendska flotanum við The Guardian.

Dreingirnir sita áleið tveir kilometrar inni í hellinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder