Innanlands

Erla Olsen fekk medalju frá drotningini

Urguleikarin í Vestmanna kirkju seinastu 41 árini, Erla Olsen, varð í gjár heiðrað við sonevndu fortjenstmedalju frá drotningini

(Skíggjamynd: Kvf.fo)

(Skíggjamynd: Kvf.fo)

2020-12-14 21:31 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað eru 41 ár síðani, at Erla Olsen tók við tænastuni sum urguleikari í Vestmanna kirkju. Hesi 41 árini hevur hon eisini tikið sær av Kirkjukórinum, sum hevur havt konsertir í Vestmanna, men eisini aðrastaðni kring landið og uttanlands.

Hon var á hátíðargudstænastuni í sambandi við at Vestmanna kirkja er 125 ár, heiðrað við medalju frá drotningini, sonevndari fortjenstmedalju.

- Hennara hátign letur tær hesa viðurkenning fyri drúgva og trúgva tænastu. Kirkjuliðið sigur á henda hátt takk. At kirkjuráðið ger eina innstilling til drotningina við áheitan um viðurkenning, er tøkk á einum serliga høgum støði, segði Jógvan Fríðriksson, biskupur, sum handaði Erlu Olsen medaljuna.

- Tað ger nakað serligt við okkum, tá urgan brýtur tøgnina av djúpari, deyðastillari tøgn, hvar eingin veit hvat man skal gera við seg sjálvan. At tangentarnir liva, og vit hoyra ljóðið. Tað er svalandi fyri okkara sorg og kenslur, segði biskupur.

Maria Summers við Skipá, prestur í Vestmanna, handaði Erlu Olsen blómur.

Gudstænastan varð send í sjónvarpinum, og sæst her

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder