Innanlands

Enn ikki funnið kvinnuna

Talan er um eina kvinnu úr Kina miðskeiðis í tredivuárunum. Óvist er hvussu leingi verður leitað

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

2022-10-07 17:16 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Kvinnan, sum leitað hevur verið eftir við Trælanípuna á Leitisvatni er enn ikki funnin.

Vakthavandi á løgreglustøðini upplýsir fyri útvarpinum, at talan er um eina kvinnu miðskeiðis í 30unum úr Kina og ein mann úr Hollandi, sum búgva ú Týsklandi.

Tað var tíðliga í morgun, at útlendska parið varð farið til gongu móti Trælanípuni, men stutt fyri klokkan 10 boðaði maðurin frá, at kona hansara var horvin.

Bjargingarlið, løgregla, hundar, tyrlur, dronur, bjargingarbáturin Sverri og Brimil hava leitað, men hava einki funnið.

Óvist er hvussu leingi leitað verður afturat, upplýsir vakthavandi fyri útvarpið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder