2022-10-09 18:40
Seinnapartin varð boðað frá eldi í einum sethúsum í Hoyvík. Fráboðanin kom klokkan 14:42, og sløkkiliðið, politiið og sjúkrabilur vóru send á staðið.
Tað vísti seg, at eldur var komin í ein grovkøk, men tað gekk skjótt at fáa tamarhald á eldinum.
Húsini hava fingið nakað av skaða, men eingi fólk eru komin til skaða, upplýsir vakthavandi á løgreglustøðini fyri útvarpinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald