2018-08-02 22:52
            
        
         
                
            Í kvøld kom fráboðan um eldsbruna í Hósvík. Sum skilst var talan um lítlan eld, og tað stóðst ikki stórur skaði burturúr. Sløkkiliðið var skjótt á staðnum.
Ein maður var í húsinum, og hóast tað ikki var álvarsligt, fekk hjálp frá teimum í sjúkrabilinum, og varð fluttur á Landssjúkrahúsið.
Enn hevur tað ikki eydnast okkum at fingið fatur á løgregluni um málið.
 
                 
             
    
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald