Innanlands

Eldradagur í Eydnuni 28. apríl

Sunda kommuna bjóðar, saman við dagtilhaldinum Blákollan og Sunda pensjónistafelag, til tann fyrsta eldradagin í kommununi síðani 2019, har millum annað framløgur og ábit verða á skránni

Til eldradagin í 2019

Til eldradagin í 2019

2022-04-06 16:32 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Dagurin byrjar við morgunmati kl. 9.30. Borgarstjórin bjóðar vælkomin, og aftaná verða innsløg og framløgur, ið á ymsan hátt fara at seta fokus á sálarliga heilsu og trivna. Millum annað fara Jógvan Kruse, borgarstjóri og Eyðstein Zachariasen, formaður í trivnaðarnevndini, at siga eitt sindur um hvat Sunda kommuna ger fyri trivnað hjá eldru borgarunum og hvørjar æltanir liggja fyri framman.

Eisini fer Maria Skaalum Petersen at leggja fram, um eina kanning hon hevur gjørt um heilsu og gerandisdagin hjá føroyingum 75 ár og eldri, og mangt annað. Nágreinilig skrá fyri dagin verður kunngjørd her á heimasíðuni tá dagurin nærkast.

Tað er Sunda kommuna, sum saman við dagtilhaldinum Blákollan og Sunda pensjónistafelag, sum skipar fyri degnum. Dagurin byrjar við morgunmati kl. 9.30, um middagsleitið verður ábit og dagurin endar áleið kl. 14.

[object Object]

[object Object]
Til eldradagin í 2019

Tiltakið er fyri borgarar í kommununi, ið eru 60 ár og eldri. Tiltakið er ókeypis, men gott er um fólk teknað seg skjótast tilber, í mun til hvussu nógvur matur skal gerast.

Til ber at melda seg við at trýsta her, í Blákolluni ella við at ringja til kommununa

Eldradagurin 2020 bleiv avlýstur orsakað av korona, og í 2021 var heldur ikki mett ráðiligt at samla fólk í stórum bólkum. Tí vóna vit, at tit eru eins spent og vit, og møta fjølment, nú tað loksins er møguligt at hittast aftur.


Sunda kommuna

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder