Innanlands

Elding søguliga gott úrslit

Tá ið gjørt var upp fyri árið 2020, kundi Elding Sp/f leggja fram ein roknskap, sum vísur ein metgott úrslit fyri 2020

(Mynd: Google)

(Mynd: Google)

2021-09-30 13:18 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Vinnugreinin, sum Elding er partur av, er innan hvítvørur, eltól, sjónvarp/ljóðannlegg v.m. umframt veitingar til vinnuna. Hendan vinnan er vanliga merkt av harðari kapping um kundarnar, lágum marginalum á vørunum og harvið vanda fyri at rakstrarúrslitini kunnu koma undir trýst. Men Elding hevur tó staðið seg rímuliga væl fíggjarliga síðstu árini.

Bruttovinningurin í 2020 var 18,6 mió.kr. í mun til 15,7 mió.kr. Hetta gav ein vøkstur á 18,5 prosent. 

Ársúrslitið eftir skatt í 2020 gjørdist 4 mió.kr., sammett við 3 mió.kr. í 2019.

Vøksturin í úrslitinum var 34,7 prosent.

Hetta er besta úrslitið hjá Elding um hugt verður 15 ár aftur.

Fíggjarjavnin hjá Elding er øktur síðsta árið við 12,5 prosent, har ið samlað ognin er økt úr 39,5 mió.kr. í 2019 til 44,5 mió.kr. Vørugoymslan økt við 3 mió.kr. í 2020 og var við árskiftið 24,9 mió.kr.   

Felagið hevði onga langfreistaða skuld í 2020, meðan stuttfreistaða skuldin øktist úr 24,6 mió.kr. i 2019 til 27,6 mió.kr.  

Gjaldførið hjá Elding var gott í 2020, har ið tøki peningurin øktist úr 6,3 mió.kr. í 2019 til 9,1 mió.kr. í 2020.  Gjaldførislutfallið øktist eisini úr 154 prosent í 2019 til 157 prosent í 2020, sum verður mett at verða nøktandi.

Á aðalfundinum hjá Elding var samtykt at útluta 2,0 mió.kr. í vinningsbýti til eigararnar.

Mads Andreas Winther stovnaði Elding í 1995, sum síðani hevur ment seg til størsta handilsfelag av sínum slagi í Føroyum, við 2 stórhandlum í Havn og Klaksvík umframt vinnuhandilin Elding Business í Havn. Samlaða starvsfólkatalið hjá Elding í dag er umleið 40.

Eigari av Elding Sp/f er Sp/f Heimlon, sum feløgini H.W. Sp/f, L.W. Sp/f og M.A.W. Sp/f eiga. Hesi feløg eru ogn hjá ávikasvist Herman E. Winther, Levi E. Winther og Mads Andreas Winther. Talan er um tískil um eina familjufyritøku.

Stjóri í Elding Sp/f er Mads Andreas Winther og nevndarformaður er Niels Winther Poulsen.

Greiningin er gjørd av ráðgevarafyritøkuni Nira Sp/f, www.nira.fo.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder