Innanlands

Eitt skinn í part

Seðlarnir koma út í Kvívík seinni í kvøld

(Vevmynd: Kvívíkar kommuna)

(Vevmynd: Kvívíkar kommuna)

2021-08-16 19:57 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Enn er ikki greitt nágreiniliga nær seðlarnir frá grindini í Leynum koma út, men tað verður millum 21-22 á bryggjuni í Kvívík.

Tað upplýsir Kári Thorsteinsson, sýslumaður, fyri jn.fo í kvøld.

Grindin, sum legði beinini í Leynum nakað aftaná klokkan 14 seinnapartin taldi 38 hvalir, og býtt verður í rakstrar og drápspartar, sum verða um eitt skinn.

117 fólk vóru á sandinum og 22 bátar vóru við í rakstrinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder