Innanlands

Eitt ár við koppseting

Í dag er júst eitt ár liðið, síðan byrjað var at koppseta fyri koronu í Føroyum, og nú hava 92,5 prosent av øllum íbúgvum, ið eru fylt 12 ár, fingið fyrru koppsetingina

Í dag er eitt ár síðani, hendan myndin varð tikin. Gunnrið Joensen úr Klaksvík var fyrsti persónur í Føroyum at verða koppsett fyri koronu (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Í dag er eitt ár síðani, hendan myndin varð tikin. Gunnrið Joensen úr Klaksvík var fyrsti persónur í Føroyum at verða koppsett fyri koronu (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2021-12-30 20:02 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Mikudagin 30. desember 2020 var byrjað at koppseta fyri koronu í Føroyum við koppingarevninum hjá Pfizer/BioNTech, og tað er nú eitt ár síðani.

Seinasta árið eru 96.235 koppsetingar givnar í Føroyum, sambært seinastu tølunum frá korona.fo. 

41.437 fólk hava fingið fyrru koppsetingina, og 40.528 fólk hava fingið seinnu koppsetingina.

At byrja við var vónin, at tað var nóg mikið við tveimum koppsetingum, men verjan frá koppsetingina hevur víst seg at minka skjótari, enn mann fyrst væntaði, samstundis sum nýggj frábrigdi av koronu eru byrjað at gera um seg, og vit síggja, at eisini tey koppsettu kunnu blíva smittað.

Síðani varð farið í holt við at geva eitt triðja prik, og hetta hava nú 14.270 fólk í Føroyum fingið.

Yvir 90 prosent koppsett

At byrja við var koppingarevnið, sum verður brúkt í Føroyum bert góðkent til fólk, ið vóru 16 ár og eldri. Seinni varð aldursmarkið lækkað til 12 ár, og nú kunnu børn heilt niður í fimm ár verða koppsett fyri koronu.

Sambært seinastu hagtølunum eru 92,5 prosent av føroyska fólkinum, ið eru fylt 12 ár, nú koppsett fyri koronu. Hetta er 77,3 prosent av samlaða fólkatalinum.

90,4 prosent av teimum, ið eru fylt 12 ár, hava fingið tvær koppsetingar, og 35,4 prosent hava fingið tríggjar. Hetta svarar til ávikavíst 75,5 og 26,6 prosent av samlaða fólkatalinum.

Smittutølini methøg – Hevði verið verri uttan koppseting

[object Object]
Pál Weihe, yvirlækni (Skíggjamynd: Dagur og vika)

Hóast vit nú hava koppsett í eitt ár, eru smittutølini munandi hægri, enn tey vóru fyri einum ári síðani. Seinastu dagarnar hava vit skrásett omanfyri 100 tilburðir um dagin, og talið frá í gjár var 216, og hava vit nú fleiri hundrað aktivar smittutilburðir.

Men hóast smittutalið er høgt í løtuni, hava vit ikki koppsett til fánýtis, heldur Pál Weihe, yvirlækni og koronuráðgevi.

Í Degi og viku týskvøldið segði hann seg vera sannførdan um, at støðan hevði verið verri, um vit ikki høvdu havt koppsetingina.

– Vóru vit ikki koppsett so væl, sum vit eru vorðin hetta árið í okkara landi, so høvdu vit havt nógv fleiri álvarsamar tilburðir, eisini við deyða sum fylgju, sigur hann.

Pál Weihe heldur tað eisini vera sannlíkt, at vit koma at fáa onnur prik afturat teimum trimum, sum vit higartil hava fingið bjóðað í Føroyum, og tey verða kanska dagført fyri at verja ímóti øðrum frábrigdum av koronu.

Sí eisini: Video: Fekk fyrsta prikið - klár at fara til arbeiðis á koronadeildini aftur

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder