Mentan

Danmark góðan møguleika í Eurovision

Søren Torpegaard Lund, sum vann danska melodi Grandprix móti Sissal, verður spáddur at hava góðar møguleikar at fara avstað við øllum í Wien hesa vikuna

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2026-05-11 17:48 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Fyri fyrstu ferð í meira enn tíggju ár verður Danmark mett at hava møguleika at vinna Eurovision.

Tað er hesa vikuna, at Eurovision er í eysturríkska høvuðsstaðnum, Wien, og undanumførini bæði eru 12. og 14. mai. Sjálv finalan verður leygarkvøldið.

Og tað er í tí fyrra undanumfarinum, at danska umboðið, Søren Tropegaard Lund, skal royna at syngja Danmark víðari til finaluna við lagnum Før Vi Går Hjem. Hann vann millum annað á Sissal Jóhonnu Norðberg Niclasen úr Havn, sum annars var favorittur.

Sambært veddingarfyritøkunum er stórur møguleiki fyri at liggja frammarliga tá stigini verða tald upp í Wien hesa vikuna.

- Hetta er nakað vit hava bíðað eftir í áravís. Og tað var Sissal (Sissal Jóhanna Norðberg Niclasen, red.), sum sparkaði dyrnar upp við sínum høga hæli í fjør, og tryggjaði Danmark eitt eitt pláss í Eurovision-finaluni. Tað er tað, sum eg byggi víðari á, sigur Søren Torpegaard Lund við Danmarks Radio.

Tað eru bara Finnland og Grikkaland sum vera spádd til størri vinnaramøguleikar enn Dnmark.

Danmark hevur vunnið Eurovision samanlagt tríggjar ferðir.

Í 1963 vunnu Grethe og Jørgen Ingmann við "Dansevise", Brødrene Olsen vunnu í 2000 við "Fly on the Wings of Love", og í 2013 vann Emmelie de Forrest við lagnum "Only Teardrops".

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder