Innanlands

Beate L. Samuelsen heldur fram sum forkvinna í Landsfelag Pensjónista

Astrid Debes Jacobsen og Johild Joensen vórðu vald í nevndina, eftir at Jákup Andreasen og Erhard Jacobsen ikki stillaðu uppaftur til nevndina

2026-05-11 19:30 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Leygardagin 2. mai 2026 hevði Landsfelag Pensjónista aðalfund, har millum annað nevndarval var á skránni.

Fyri vali stóðu tveir nevndarlimir og tríggir varalimir. Jákup Andreasen og Erhard Jacobsen stillaðu ikki uppaftur til nevndina.

Í nevndina vóru vald: Astrid Debes Jacobsen frá Eldrafelagnum Vesturskin í Vestmanna Johild Joensen frá Eldrafelagnum Nón í Runavíkar kommunu

Sum varalimir vóru vald:
Mads Guttesen, Pensionistafelagið í Havn
Sjúrður Kjølbro, Pensjónistafelagið Hugni í Klaksvík
Jens Marius Poulsen, Pensionistafelagið í Havn

Eftir aðalfundin skipaði nevndin í Landsfelag Pensjónista seg soleiðis:
Beate L. Samuelsen, forkvinna
Maria Olsen, næstforkvinna
Alfred Olsen, nevndarlimur
Astrid Debes Jacobsen, nevndarlimur
Johild Joensen, nevndarlimur

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder