Rescue Lív var í gjár boðsent at hjálpa einum útróðrarbáti, sum var vestanfyri Suðuroynna, á Skeiva Banka.
Hann hevði fingið maskinbrek og hevði brúk fyri sleipi.
Boðini komu um middagsleitið sunnudagin.
- Líkindini vóru góð, og ferðin var góð, og tað tók bara hálvan triðja tíma at sigla út til bátin. Báturin var síðani sleipur inn á Vág, og átta tímar, eftir at sleipið byrjaði, vóru teir í Vági við bátinum, verður sagt av Rescue Lív.
Rescue Lív var aftur á Havnini klokkan trý í nátt, 14 tímar eftir at loyst var í Álakeri. Hetta er longsta útkall hjá hesum Rescue Lív.
Tann fyrri Rescue Lív var einaferð á Føroya Banka efitr einum útróðrarbáti og tann túrurin tók 22 tímar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald