Innanlands

Einki jólaskip á Tvøroyri í ár

Tiltakið skuldi eftir ætlan verða leygardagin, men orsakað av koronastøðuni verður tað av ongum

2020-12-17 18:30 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað er bert ein vika til jólaaftan, og hetta er tíðin, har jólahald og jólahugni eigur nógv pláss. 

Jólaskip hava leingi verið partur av hesum kring landið, men orsakað av koronastøðuni og tilmælunum eru fleiri av hesum tiltøkunum kring landið avlýst, og Tvøroyar kommunu boðar í dag frá, at ætlaða tiltakið við jólaskipinum leygardagin verður av ongum.

Hetta verður gjørt fyri at virða tilmælini frá heilsumyndugleikunum og fyri at minka um Covid-19 smittuvandan, skrivar kommunan á heimasíðu sínari.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder