Innanlands

Eingin streymur í Funningi, Gjógv og Elduvík

Hann hevur verið burtur í yvir ein tíma nú - farið verður út at kobla um so skjótt sum gjørligt. Landsverk ávarar framvegis um sera ring koyrilíkindi ymsastaðni og heilt nógvan vind á millum annað Gøtueiði

Tað eru ilveðrið og klaki, ið ávirka elveitingina, skrivar SEV

Tað eru ilveðrið og klaki, ið ávirka elveitingina, skrivar SEV

2022-12-26 16:26 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Streymurin í Kvívík Skælingi, Leynum og á Stykkinum skuldi, sambært SEV, verið komin aftur, men Fonningur, Elduvík og Gjógv hava ligið í streymloysi í yvir ein tíma.

Les eisini:
Kvívík, Stykkið, Leynar og Skælingur liggja í streymloysi
Myndir: Sløkkiliðið í Vestmanna hevur havt úr at gera

Tað eru ilveðrið og klaki, ið ávirka elveitingina. So skjótt líkindir eru til tað verður farið út at kobla um, skrivar SEV.

Landsverk dagførir koyrilíkindini á heimasiðu sínari. Har verður framvegis ávarað um, at hált og krapi er í støðum um alt landið, og nú nógvur vindur er, eru koyrilíkindini vánalig nógvastaði.

Tað er ógvuliga ringt á strekkjum sum í Sundalagnum, báðumegin Norðskálatunnilin, millum Fjarða, á Vestmannavegnum, og als ikki koyrandi á Oyndarfjarðarvegnum, Gjáarvegnum og á Oyggjarvegnum.  

Les eisini: 
Ikki koyrandi til fleiri bygdir
Bingja mundi enda á landsvegnum

Tað verður eisini ávarða um serliga nógvan vind á millum annað Gøtueiði. Nú klokkan 16.20 stóð tað til at vera upp ímóti 64 m/s í hvirlunum har - hetta var nakað lægri enn tað var um 16-tíðina. Vindurin stendur til at minka út á kvøldið.

Sí veðrið her



placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder