Innanlands

Eingin staðfestur positivur í gjár

Talið á positivum í løtuni er framvegis níggju – Allar 159 kanningarnar frá í gjár eru negativar

Mynd: Ólavur Frederiksen

Mynd: Ólavur Frederiksen

2020-12-07 13:16 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fríggjadagin varð ein persónur staðfestur positivur, og leygardagin helir fýra, men í gjár varð eingin, ið fekk staðfest covid-19, vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum.

Støðan er sostatt framvegis tann, at 510 persónar eru staðfestir positivir í Føroyum, og 501 teirra eru staðfestir frískir aftur. Sostatt er talið á positivum í løtuni framvegis níggju.

159 kanningar vórðu gjørdar í gjár, og allar eru liðugt greinaðar. Tilsamans eru nú 171.453 kanningar gjørdar í Føroyum.

Í løtuni er eingin innlagdur við covid-19 í Føroyum, og 63 eru í sóttarhaldi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder