Innanlands

Eingin góð grund at koppseta øll børn millum 5 og 11 ár

Tað er skilagott at koppseta børn, sum eru immunveik, hava lungasjúkur ella vøddasjúkur, men tað er eingin góð grund til at koppseta øll børn, sigur Tummas í Garði, varastjóri í Sjúkrahúsverkinum. Koppsetingin til hendan aldursbólkin er eitt tilboð, sigur hann

Tummas í Garði, varastjóri í Sjúkrahúsverkinum (Mynd: Sverri Egholm)

Tummas í Garði, varastjóri í Sjúkrahúsverkinum (Mynd: Sverri Egholm)

2022-01-21 17:17 Author image
Sverri Egholm
placeholder

- Tað er ikki nøkur góð grund til at koppseta øll børn undir 11 ár sum er. Men tað eru nøkur børn sum eru immunveik, hava lungasjúkur ella vøddasjúkur sum gera at tað er skilagott at koppseta tey, segði Tummas í Garði, varastjóri í Sjúkrahúsverkinum, á tíðindafundinum, sum landsstýrið skipaði fyri fyrrapartin.

Spurningurin kom frá miðlafólki, sum vildi vita, um føroysku myndugleikarnir fóru at endurskoða avgerðina um koppseting av børnum, nú læknar í Danmark hava heitt á Sundhedsstyrelsen um at hyggja eftir hesum eina ferð enn.

Í Noreg vil man ikki mæla til koppseting av børnum millum 5 og 11 ár. Mett verður ikki at tað er so stórur fyrimunur hjá børnum at vera koppsett, at tað er nokk til at mæla til tað. Heldur er tað ein møguleiki ella eitt tilboð.

[object Object](Mynd: EPA)

Tað er eitt sindur ivasamt hvat vit gera í Føroyum. Í fráboðanini frá korona.fo 14. desember verður tað bjóðað sum eitt “tilboð”, men víst verður til at danska heilsustýrið Sundhedsstyrelsen, mælir til at børn millum 5 og 11 ár verða koppsett móti koronu.

- Tað er ikki eg sum geri tilmælini, men vit hava onga klokkuklára grund til at gera tað, og vit hava heldur onga klokkuklára grund til at lata vera, segði Tummas í Garði.

Hann greiddi frá, at koppsetingartíðir hava verið tøkar á apotekinun, men tað hevur ikki verið stórur áhugi fyri hesum.

Er tað tilmæli at koppseta børn millum 5 og 11 ár, spurdi Marjun Dalsgaard, journalistur hjá Kringvarpinum.

Bæði Tummas í Garði og løgmaður svaraðu nærum samstundis uppá hetta:

- Tað er tað i løtuni, svaraði løgmaður.

- Tað er eitt tilboð, svaraði Tummas í Garði.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder