Innanlands

Eingin bjóðaði uppá grundøki við Villingadalsvegin

Talan er um eitt grundøki á tilsamans 22.000 fermetrar við kravi um, at lutaíbúðir skuldu byggjast á økinum

2022-09-05 12:16 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Tórshavnar kommuna lýsti fyrr í ár grundøki við Villingadalsvegin til sølu til bústaðarbygging. Tá freistin at lata tilboð inn 1. september 2022 kl. 12 var farin, var einki tilboð innkomið.

Talan var um matrikklarnar 1355 og 1356, til samans umleið 22.000 fermetrar. Kravið var, at bústaðirnir skuldu gerast sum lutaíbúðir.

Einki tilboð var komið inn, tá freistin fór 1. september. Kommunan eigur tí framvegis lendið, matr. nr. 1355 og 1356 203c við Villingadalsvegin.

Ynskiligt er tó framvegis at fáa fleiri fjøllbroyttar búeindir í kommununi, og tí fer kommunan væntandi at royna at bjóða lendið út umaftur seinni í ár.

Tórshavnar kommuna

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder