Innanlands

Ein rúgva av ferðslumálum í gjár og í nátt

Løgreglan gjørdi átøk í Klaksvík og í høvuðsstaðnum - trupulleikar vóru við fleiri bilum og hjá fleiri førarum, og fleiri koyrdu so skjótt í Havn og í Vágatunnlinum, at talan gjørdist um klipp ella treytaða frádøming

Nógvar bøtur vórðu givnar í gjár (Mynd: Jens Kr. Vang)

Nógvar bøtur vórðu givnar í gjár (Mynd: Jens Kr. Vang)

2021-01-27 12:15 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fyrrapartin í gjár gjørdi løgreglan ferðsluátak í Klaksvík. 80 bilar vórðu støðgaðir í Klaksvík, og í 25 av førunum var okkurt galið. 18 bilførar fingu bót: Sjey fyri ongan seðla at hava, fýra fyri at koyra uttan at hava koyrikort við, tríggir fyri at tosa í telefon, tveir fyri lyktafeilir og uppaftur tveir fyri at hava ov nógvar'n kava á bakrútinum.

Sjey fingu átalur fyri minni brot, har tað lá á markinum, sigur vaktleiðarin. Her snýr tað seg um at fáa okkurt orðna við bilinum skjótt.

Fimm fingu revsing fyri at koyra ov skjótt

Ferðkanningar vóru eisini í Havn í gjár. Har varnaðist patruljan, at ein hevði fýra summardekk, og at tvey teirra vóru niðurslitin. Hetta kann vera vandamikið hesa tíðina. 

Eitt annað mál var skjalfest um dekktrupulleikar, og ein bilførari fekk eisini bót fyri at tosa í telefon.

Ein persónur fekk klipp fyri at koyra 74 kilometrar um tíman í bygdum øki - tveir vórðu tiknir og fingu bót fyri at koyra ávíkavist 70 og 71 kilometrar um tíman

Í gjárkvøldið varð ein bilførari tikin fyri at koyra 131 kilometrar um tíman í Vágatunnlinum. Fyri hetta fær viðkomandi eina treytaða frádøming. Ein annar koyrdi 109 kilometrar um tíman, og fyri tað fær hann eitt klipp.

Vakleiðarin minnur førarar á at halda hámarki, og at hugsa serliga nógv um, at bilurin er væl skøddur, og at ljósini eru í lag hesa tíðina.

placeholder
placeholder