2021-06-22 10:28
Ein nýggjur smittutilburður varð staðfestur í gjár, vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum.
Tað er ikki greitt, hvussu viðkomandi hevur fingið smittuna.
Í løtuni eru 13 persónar smittaðir við koronu.
Afturat hesum koma so teir 32 persónarnir, sum hava fingið staðfest smittuna umborð á russiska trolaranum Karelia, sum liggur við bryggju í Runavík, harav ein er innlagdur á Landssjúkrahúsinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald