Mentan

Ein ‘Espressoskeyk’ til sjaførin

Aftur í ár samstarva Blái Krossur Føroya og Ráðið fyri Ferðslutrygd um eitt alkoholfrítt alternativ til summarveitsluna – Ársins kokkteylur, ið eitur "Espressoskeyk" er gjørdur við kakaomjólk, søtari kondenseraðari mjólk, kaffi og einum dismi av kaneli

2021-06-24 08:50 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Summar í Føroyum er samvera og hugni – og veitslulag. Tað er púra nátúrligt, at vit smakka okkum á við onkrum leskiligum, tá vit koma saman – við og uttan prosentir.
Aftur í ár samstarva Blái Krossur Føroya og Ráðið fyri Ferðslutrygd um eitt alternativ til summarveitsluna – ársins kokkteyl uttan alkohol.

– Húskokkur okkara, Gutti Winther, hevur enn einaferð bryggjað ein ótrúliga lekkran kokkteyl, sum er púra líkatil og líka til at elska. Ársins kokkteylur eitur “Espressoskeyk” – við kakaomjólk, søtari kondenseraðari mjólk, kaffi og einum dismi av kaneli – og hann skal helst njótast ísakaldur, skriva Ráðið fyri Ferðslutrygd og Blái Krossur í tíðindaskrivi.

Flestøll eru samd um, at rúsdrekka og bilkoyring hoyra ikki saman, men framvegis henda álvarsom ferðsluóhapp orsakað av rúsdrekkakoyring.

- Um tú syrgir fyri leskiligum alternativum til tey, ið koyra bil, ert tú ein góður vinur og umhugsin vertur, sigur Lovisa Petersen Glerfoss frá Ráðnum fyri Ferðslutrygd.

Tað kunnu vera so ymiskar orsøkir til ikki drekka alkohol. T.d. tí mann skal koyra bil. Tá er gott eisini at hava lekrar valmøguleikar til góman, tí kanska hevur mann ikki ordiliga hug til at drekka vatn eitt heilt kvøld. Tíbetur er úrvalið av alkoholfríum drekkivørum vorðið nógv størri seinnu fáu árini, og eisini bjóða fleiri skeinkistøð góð alternativ.

– Vit møta nógvum fólki, ið ynskja onnur rúsfrí alternativ enn vatn og sodavatn, tá hini kring borðið sita við einum fínum kokkteyli, sigur Helena Zachariasen, samskipari av Liv Lívið átakinum hjá Bláa Krossi Føroya.

– Vit vóna, at skeinkistøð, matstøð og veitsluvertir hugsa um tey mongu, sum ikki drekka alkohol.

“Espressoskeyk” er triðja samstarvið hjá RFF og Bláa Krossi. Í 2019 bryggjaðu tey “Heilt appilsinfríar”, og í 2020 bjóðaðu tey “Sýrutripp”. Í 2021 er túrurin so komin til “Espressoskeyk” – ein lættur og leskiligur kaffi-kokkteylur.

Allar uppskriftirnar eru tøkar á www.rff.fo/god-rad og www.livlivid.fo/, so ein heilt ómakaleyst kanst royna seg heima við hús. Uppskiftin til "Espressoskeyk" sæst eisini niðanfyri (trýst á myndina fyri at gera hana stóra).

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder