Innanlands

Eiðis Kommuna fyllir 125 ár

Hetta verður hátíðarhildið á Eiði 1. oktober

Stóra hátíðarhaldið verður í Hólmanum (Mynd: Eiðis Kommuna)

Stóra hátíðarhaldið verður í Hólmanum (Mynd: Eiðis Kommuna)

2019-09-19 17:22 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fyri 125 árum síðani, tann 1. oktober kl.09, var fyrsti bygdaráðsfundurin í Eiðis kommunu hildin. Teir, ið mannaðu bygdaráðið tá, vóru Grækaris Joensen (borgarstjóri), Hanus Joensen, Jesar Abrahamsen, Johannes Nysted og Jens Jørgen Kruse.

Hetta skrivar Eiðis Kommuna á heimasíðu sínari, har boðað verður frá, at rundi dagurin verður hátíðarhildin 01. oktober.

Dagurin byrjar við, at bygdaráðið hevur almennan bygdaráðsfund sama tíðspunkt sum tá tann fyrst var  - klokkan 09. Eftir fundin fara bygdaráðslimirnir at vitja barnagarðin, skúlan og eldrabýlið.

Um kvøldið verður stóra hátíðarhaldið. Byrjað verður kl.18:00 í húsinum í Hólmanum, har fótbóltsvøllurin er. Landsstýrismaðurin í kommunumálum Helgi Abrahamsen, umboð fyri kommunufelagið og borgarstjórin bera fram røðu.

Eiðis Kommuna skrivar til seinast, at Rasmus Joensen, fyrrverandi bygdaráðsformaður kemur at hugleiða um Eiðis kommunu gjøgnum hesi 125 árini. Millum røður og hugleiðingar verður felagssangur, og okkara Fróði Bjarnason Joensen kemur at spæla nakrar sangir. Síðani verður okkurt til matna.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder