Mentan

“Eg eri Zlatan!” í Filmsfelagnum

Næstseinasti filmur í Filmsfelagnum fyri summarsteðgin er spælifilmur um svensku fótbóltsstjørnuna

Granit Rushiti spælir leiklutin sum Zlatan

Granit Rushiti spælir leiklutin sum Zlatan

2022-05-12 09:50 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Uni Holm Johannesen, sum vit enn kenna úr Degi og Viku, fer mikudagin at innleiða sýngina hjá Filmsfelagnum í Havnar Bio við nýggja svenska filminum ”Eg eri Zlatan”.

Í innganginum fer Uni Holm Johannesen at hugleiða um orsøkina til, at gerandisligi fótbólturin og frásagnir um fótbóltsspælarar eru so væl umtókt evni og hava so stóra ávirkan í okkara samfeløgum - sjálvandi við Zlatan sum motori!

Nýggi svenski biografiski spælifilmurin ”Eg eri Zlatan” er gjørdur eftir vælroynda underdog-leistinum um ein ungan drong frá Rosengård, sum við ongum øðrum enn viljastyrki, hørðum arbeiði og trúgv á egnan mátt og megi, fer út í heim at sparka á størstu vallum í Evropa.

Filmurin, sum er hin næstseinasti í Filmsfelagnum fyri summarsteðgin, er ein hugtakandi lýsing av folkhemmet Svøríki, og teim stóru broytingum, sum har fara fram, soleiðis sum kendasti svenskari nakrantíð, Zlatan, sær tær.

”Eg eri Zlatan” førir okkum av grúsvøllunum í útryjðuni av Malmö til ríkasta grøna grasið í størstu evropeisku fótbóltsfeløgunum.

Við dugnaskapi, hørðum arbeiði og sterkum vilja ber alt til, sjálvt hjá svensktfødda Zlatan Ibrahimovic, ið er ættaður av Balkan.

Í filminum ”Eg eri Zlatan” fær áskoðarin eina undirhaldandi søgu, sum er so málsøkin, at hon ber við sær málskot í hundraðtali, óteljandi landsdystir og ørandi transfergjøld.

”Eg eri Zlatan” er søgan um besta svenska fótbóltsspælara, sum við einum skálkabrosi eisini kláraði at vinna áskoðararnar.

Leikarar í filminum um Zlatan eru Dominic Bajraktati Andersson, Granit Rushiti, Cedomir Glisovic, Merima Dizdarevic, Selma Mesanovic.

Sýningar í Filmsfelagnum eru almennar og hvørt mikukvøld í Havnar Bio. Seinasta sýning fyri summarsteðgin er um kendasta russiska andstøðingin ”Navalny”. Tann filmurin verður sýndur 25. mai. 

[object Object]

[object Object]
Zlatan - hin veruligi - her í dysti móti Føroyum og Fróða Benjaminsen á Friends Arena í Stockholm í 2013 (Savnsmynd: EPA)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder