Innanlands

Eftirlønin hækkar við 90 krónum í 2022

Tað svarar til eina hækking á 1,5%, so eftirlønin fer frá 5.865 kr. um mánaðin í 2021 til 5.955 kr. um mánaðin í 2022

2021-09-29 12:03 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Stýrið fyri Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnin (AMEG) hevur samtykt at hækka eftirlønina úr grunninum við 90 kr. um mánaðin frá 1. januar 2022.

Tað svarar til eina hækking á 1,5% soleiðis at eftirlønin fer frá 5.865 kr. um mánaðin í 2021 til 5.955 kr. um mánaðin í 2022. Samlaða eftirlønin komandi ár verður tí 71.460 krónur. Ásetingin er galdandi fyri árið 2022.

Lógin um arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnin ásetir, at stýrið fyri grunnin skal áseta útgjaldið í seinasta lagi 1. oktober fyri álmanakkaárið eftir.

Í 2020 vóru útgoldnar 600 mió. kr. í eftirlønum úr AMEG, útgjaldið til eftirløn í 2021 er mett til umleið 630 mió. kr. mió. kr. og til 655 mió. í 2022.

Ársfrágreiðingin hjá AMEG kunnu tit taka niður á heimasíðuni hjá AMEG, www.ameg.fo.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder