Innanlands

Easy Livin’ við Gjógv á fjórða sinni

Paul Newton, uppruna bassleikarin í Uriah Heep verður serligur gestur í ár

Paul Newton var við í trimum teimum fyrstu plátunum hjá Uriah Heep

Paul Newton var við í trimum teimum fyrstu plátunum hjá Uriah Heep

2019-10-15 10:05 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Nú er greitt, at fyrsti bassleikarin í Uriah Heep kemur at spæla saman við Deiggj til fagnaðarkonsertina “Uriah Heep 50 ár”, sum verður í Gjógv leygarkvøldið 26 oktober.

Paul Newton spældi bass á trimum teimum fyrstu Uriah Heep plátunum, ”Very ’eavy... Very ’umble”, ”Salisbury” og ”Look at Yourself”.

Flestu Heep-viðhaldsfólk munnu minnast Gary Thain, sála, bassist í Uriah Heep. Men áðrenn Gary Thain kom uppí, var Paul Newton bassistur. Newton spælir t.d. bassin á løgunum ”Gypsy”, ”Look at Yourself”, ”July Morning” og ”Lady in Black”. Paul Newton gavst tá sum yrkistónleikari, men seinni hevur hann spælt aftur m.a. saman við John Lawton og Ken Hensley. Eisini hevur hann ofta luttikið á teim sokallaðu Heepvention tiltøkum ymsastaðni í Evropa, har m.a. Deiggj hava spælt nakrar ferðir.

Paul Newton kemur til Føroyar saman við konuni fríggjadagin 25. oktober, og fer av landinum aftur sunnudagin 27 oktober.

Hetta er fjórða ferðin, at Deiggj skipar verður fyri 70’ara rockktiltakinum “Easy livin’ við Gjógv”.

Áhugin fyri Easy livin´ tiltøkunum undanfarin ár hevur verið sera stórur. Hugskotið aftanfyri tiltakið er at hugna sær eitt vikuskiftið á bygd saman við góðum vinum og kenningum og minnast aftur á tónarnar hjá Uriah Heep.

Umframt konsert og dans verður eisini annað á skrá t.d. ein heepbuffet á Gjáargarði, eins og ljósini í Gjónni verða tendrað. Undanfarin ár hevur verið útselt til gisting á Gjáargarði. Nógv velja at gista í privatum húsum og enntá hevur onkur verið við kampingvogni til Easy livin’ við Gjógv.

Á konsert- og dansiskránni hjá Deiggj verða fleiri av teimum kendastu løgunum hjá Uriah Heep. Gissur Patursson, plátuvendari, verður eisini á pallinum og spælir dansivinarligan tónleik frá 70’unum.

Nógv verður gjørt burturúr at hugna og prýða Bygdarhúsið og skapa tann rætta 70’ára stemningin eitt nú við livandi ljósum, lavalampum, plakatum o.ø., og Kaffihúsið við Gjónna verður eisini opið. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder