Mentan

Dýrgrípir síggja dagsins ljós á Hvalastøðini

Avbjóðingin er at fara væl við óvanligum lutum sum granatum og neyðblussum, samstundis sum trygdin er í hásæti

(Mynd: Tjóðsavnið)

(Mynd: Tjóðsavnið)

2024-05-19 10:19 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Dýrgripir síggja dagsins ljós, nú ruddað verður á Hvalastøðini, áðrenn hon aftur letur upp fyri savnsgestum 22. juni. Avbjóðingin er at fara væl við óvanligum lutum sum granatum og neyðblussum, samstundis sum trygdin er í hásæti.

Tað skrivar Tjóðsavnið.

Í hesum døgum er spennandi arbeiði í gongd á Hvalastøðini við Áir, har tríggir bygningar aftrat verða settir í stand til savnsnýtslu. Her, sum føroyingar í áratíggju hagreiddu stórhvalatvøst, arbeiða nú handverkarar og arkitektar við at seta bygningarnar í stand, soleiðis at vit kunnu varðveita hetta ídnaðarminnið sum er eitt nýbrot í bæði føroyskari og altjóða søgu.

- Samstundis ganga vit savnsfólk og finna dýrgripir millum lutirnar, ið hava ligið goymdir ymsa staðni á støðini. Her er alt frá flensiknívunum at skera spik av hvalinum til klædnapløgg hjá arbeiðisfólkinum og lutir telgdir úr stórhvalatonnum. Hvør av teimum sigur sína egnu søgu um tað lívið, ið varð livað her fyri ikki so langari tíð síðani.

[object Object](Mynd: Tjóðsavnið)

[object Object](Mynd: Tjóðsavnið)

Hvalastøðin við Áir lat upp í 1905. Hetta er tann allar seinasta hvalastøðin av teimum sjey, sum vórðu settar upp í Føroyum millum 1894 og 1905. Støðin við Áir tók seinast ímóti stórhvali fyrst í 1980-árunum, men sum støð, ið framleiddi lýsi, turrfóður til útflutnings, seldi stórhvalatvøst til skip og tað føroyska húsarhaldið, helt hon uppat í 1958, hóast støðin var opin nøkur ár í 1960- og 1970-árunum.

Hon er eisini tann allar seinasta av sínum slagi, ið enn stendur á norðaru hálvkúlu. Støðin hevur tí serligt søguligt virði í Føroyum, men sanniliga eisini altjóða.

Tá hvalaveiðan kom til Føroya, brendu gøtulampur í stórbýum sum London og París stórhvalalýsi. Kvinnur vóru snøraðar inn í korsett gjørd úr bardum og tannhjól í ídnaðarverkum vórðu smurd í lýsi. Stórur eftirspurningur var á fílabeini, og tenn úr augustum vóru stundum nýtt sum alternativ.

Støðirnar birtu undir eina ídnaðarmenning, sum hevur slóðað fyri øðrum vinnum og gjørt tað lættari hjá føroyingum at breyðføða seg. Eisini fingu fólk møguleika at ogna sær bíligt og nørandi tvøst til matna á støðunum.

[object Object](Mynd: Tjóðsavnið)

[object Object](Mynd: Tjóðsavnið)

- Ikki óvæntað finna vit millum lutirnar á støðini harpunir, úrdrátt sum lýsi og lutir gjørdir úr hvalatonn, men eisini øðrvísi gripir, so sum eina granat til hvalaveiðu, neyðbluss av einum hvalabáti frá 1953 og ein kassa við áskriftini ”Våbenfabrik.” Hóast ongin vandi var á ferð, eiga slíkir lutir at eftirhyggjast og neutraliserast, um teir skulu vísast fram fyri almenninginum. Tí var ringt til løgregluna, ið setti okkum í samband við Arktisk Kommando, ið kom á staði at tryggja sær, at alt var, sum tað skuldi. Burtur úr tí komu nakrar spennandi upptøkur, har neyðbluss verða brostin á Hvalastøðini við Áir, sigur Tjóðsavnið.

Hvalastøðin letur upp aftur fyri savnsgestum 22. juni. Tjóðsavnið roynir at savna enn meira vitan um hvalastøðina og lívið á staðnum. Tey frætta fegin frá fólki, sum antin hava arbeitt á hvalastøðini ella hava annað tilknýti til hana. Eisini um onkur hevur lutir at lata.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder