Innanlands

Innbrot og herverk í nátt

Løgreglan varð boðsend at fáa fólk úr einum bygningi, og seinni varð boðað frá herverki

Í nátt varð boðað frá herverki hjá Reyða Krossi á Bryggjubakka

Í nátt varð boðað frá herverki hjá Reyða Krossi á Bryggjubakka

2025-11-28 08:47 Author image
Alda Nielsdóttir

Í gjárkvøldið og í nátt fekk løgreglan eina fráboðan um innbrot og eina um herverk í høvuðsstaðnum.

Klokkan 23 í gjárkvøldið varð boðað frá, at fólk vóru farin inn í bygningin, har sjúkrakassin helt til, á horninum Sverrisgøta/Magnus Heinasonar gøta.

Tað er áður hent, at fólk hava uppihildið seg í bygninginum ólógliga, og í gjárkvøldið vóru fýra fólk farin inn - tveir menn og tvær kvinnur. Tað regnaði úti, og tey vóru farin at kroka. Men tá løgreglan kom á staðið fóru tey á dyr aftur uttan trupulleikar.

Fólkini eru skuldsett fyri at fara inn í bygningin uttan loyvi. Hvussu tey eru komin inn veit vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn ikki at siga, men eingin er skuldsettur fyri herverk, sigur hann.

Seinni - stutt eftir klokkan hálvgum eitt í nátt - kom ein fráboðan um herverk.

Tað var hjá Reyða Krossi á Bryggjubakka, har onkur hevði brotið ein rút í einari hurð.

Mett verður ikki, at nakar hevur verið inni í bygninginum, sigur vaktleiðarin, sum leggur afturat, at løgreglan hevur tryggjað sær nøkur lívfrøðilig spor, sum verða kannað nærri, so finnast kann fram til, hvør hevur framt herverkið.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald