Innanlands

Druknað: Løgreglan fær nógvar ákoyringar í fyrsta parti

Fyrsti partur av TV2-røðini “Druknað”, sum snýr seg um málið í Hvannasundi tá Maria Fuglø Christiansen varð funnin deyð í 2012, er vístur í kvøld. Serliga er tað løgreglan, sum fær ákoyringar fyri ikki at hava gjørt sítt arbeiði nóg væl

(Mynd: TV2)

(Mynd: TV2)

2022-04-21 20:55 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað er serliga løgreglan sum fær ákoyringar í fyrsta partinum av TV2 dokumentarrøðini “Druknað”. Fyrsti partur varð vístur í sjónvarpinum hjá Kringvarpinum í kvøld, og næstu fýra hóskvøldini verða hinir partarnir í røðini vístir.

“Druknað” setur sjóneykuna á illgrunasama málið í Hvannasundi, tá 16 ára gamla Maria Fuglø Christiansen í 2012 doyði.

Í fyrsta partinum, sum er ein hálvan tíma ella so til longdar, varð tosað við eina røð av fólki. Millum annað tvær vinkonur, tveir brøður Mariu umframt Veroniku Petersen, fyrrverandi borgarstjóra í Hvannasunds kommunu.

Veronika hevur verið lærari hjá Mariu, men eisini hjá Jógvan Nysted Gardar, sum varð ákærdur fyri at hava gjørt av við 16 ára gomlu gentuna. Hon hevur sjónliga trupult við at seta orð á hendingina í lítla samfelagnum.

Serliga brøðurnir Hans Fuglø Christiansen og Álvur Fuglø Christiansen umfamt systkinabarnið Angelina Fuglø seta spurnartekin við arbeiðið hjá løgregluni. Millum annað tað, at fartelefonin sum Maria hevði uppi á sær, tá hon var funnin, ikki varð blivin kannað fyri spor.

Løgreglan kom til niðurstøðuna, at Maria var druknað, og at talan var um sjálvmorð. 

Síðst í partinum síggja vit Christian Andreasen, advokat, sum familjan hjá Mariu hevur tikið samband við. Tey halda ikki, at hetta er farið rætt fram.

Kritikkurin av løgregluni tykiskt at halda fram í øðrum parti av røðini. Tá verður prátað við Bergleif Brimvík, fyrrverandi leiðara á kriminaldeildini hjá løgregluni, og TV2 spyr hann um bláa merkið í pannuni á Mariu, sum fleiri av teimum avvarandi høvdu lagt til merkis.

Station 2 hjá TV2 gjørdi kanningararbeiði til dokumentarrøðina í tvey ár.

Allir fimm partarnir í røðini síggjast nú um ein hevur hald á TV2 Play.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder