Innanlands

Datt 4-5 metrar niður, men slapp uttan stórvegis mein

Arbeiðsóhapp í høll inni á Hjalla í gjár

2022-12-27 08:36 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Eitt álvarsamt óhapp hendi á einum arbeiðsplássi inni á Hjalla í Havn í gjár, tá ein maður datt umleið 4-5 metrar niður úr einari lyft.

Maðurin arbeiddi upp at einum veggi inni í høllini, tá hann var áhaldsin og datt úr lyftini. Hóast døtturin var høgur, so slapp maðurin óvanliga lætt. Løgreglan hevur frá Landssjúkrahúsinum fingið boð, at viðkomandi slapp uttan brot av nøkrum slag. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder