Innanlands

Danskir kavarar til Føroya at eftirútbúgva seg

Kavaraskúlin hjá Faroe Dive er einasti í ríkinum, har ein kann læra vinnukaving við luftveiting

2023-01-19 12:39 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tá danska fólkatingið í 2018 gjørdi nýggja verjusemju, var eisini avgerð tikin um at steingja 135 ára gamla kavaraskúlan á Hólmanum í Keypmannahavn.

Tá hesin skúlin stongdi, gjørdist vinnukavaraskúlin í Føroyum tann einasti av sínum slag í ríkinum.

Tí hevur Faroe Dive merkt vaksandi áhuga frá útlendingum at útbúgva seg á føroyska kavaraskúlanum í Klaksvík, har tað alsamt verður arbeitt við at menna føroysku vinnukavaraútbúgvingarnar, soleiðis at møguleiki verður fyri at avgreiða enn fleiri altjóða viðurkendar útbúgvingar innan vinnukaving í Føroyum.  

Donsku kavararnir hava serliga áhuga í at eftirútbúgva seg til vinnukaving við luftveiting í Føroyum. Hetta er vinnukaving, har luft verður førd niður til kavaran við slangu.

Í Danmark er í løtuni bert møguleiki at útbúgva seg sum ‘lættur vinnukavari’, tað, ið vanliga verður kallað grundútbúgving í vinnukaving.

Ein dani hevur higartil tikið hesa grundútbúgvingina í Føroyum. Men tá eitt víðkað skeið í vinnukaving við luftveiting byrjar fyrst í februar, verða tríggir danir við.

Talan er um fornfrøðingar, ið longu eru lættir vinnukavarar, sum ynskja at eftirútbúgva seg í Føroyum í sambandi við teirra fornfrøðiliga arbeiði.

- Seinni í heyst hava tríggir aðrir danskir kavarar bílagt sær pláss til somu eftirútbúgving. Tí vænta vit, sum støðan er í løtuni, at hava uppstigað fimm til tíggju danskar kavarar, tá árið er av, sigur Janus Joensen, stjóri á FaroeDive.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder