Innanlands

Danski forsætisráðharrin á vitjan í dag

Hóast valstríðið í Danmark er í hæddini vitjar Lars Løkke Rasmussen í Føroyum

Lars Løkke Rasmussen (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Lars Løkke Rasmussen (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2019-05-31 06:10 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Valstríðið í Danmark til fólkatingsvalið er í hæddini í hesum døgum, og sambært veljarakanningunum sær tað ikki alt ov gott út hjá bláa blokkinum.

Hóast tað, so hevur forsætisráðharrin, Lars Løkke Rasmussen, sett tíð av at vitja í Føroyum í dag.

Seinnapartin skipar Venstre nevniliga fyri almennum kjakfundi í Öström. Aftaná kjakfundin vitjar Lars Løkke eisini á Glyvrum hjá Bakkafrosti, og dagurin endar á Koks frammi við Gjónna.

Kjakfundurin í Öström er frá klokkan 14 til 15.

Sí eisini: Video: Góða lag á Westward Ho - Vi mødes vel snart igen… Lars Løkke

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder