2026-10-12 08:00
Í gjárkvøldið um klokkan 20 var eitt ferðsluóhapp á Argjum.
Ein bilur við einum viðfestisvogni skuldi snara inn á egið parkeringsøki, men ein mótkoyrandi bilur sá ikki vognin og rendi so á hann.
Bilurin, sum rendi á, fekk stóran skaða, men eingin fólkaskaði var. Ymiskt frá slakti var í viðfestisvogninum, sum koppaði.
Løgreglan fer nú at kanna, hvør hevur ábyrgdina av óhappinum, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald