Innanlands

Løgreglan eftirlýsir svartan vørubil

Bilurin er horvin av parkeringsplássinum við Tórsbreyt. Løgreglan vil frætta frá fólki sum hava upplýsingar um bilin.

2026-10-11 22:53 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Politiið eftirlýsir ein svartan Ford Transit Custom, árg. 2016 við nummarplátu AN572.

Vørubilurin er horvin í Tórshavn frá parkeringsplássinum við Tórsbreyt í tíðarbilinum millum fríggjadagin 09. oktober umleið klokkan 15 til sunnukvøldið 11. oktober umleið klokkan 22, sigur løgreglan.

- Um tit hava upplýsingar um bilin, vinaliga ring til politiið á tlfnr. 351448 ella 114, eru boðini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder